Bitcoin-milliarderurin fer av brúnni: – Tað er ikki longur brúk fyri einum Bitcoin-sjórænara sum mær

Hálvføroyski Bitcoin-milliarderurin, Niklas Nikolajsen von Karlshof, gevst sum nevndarformaður fyri kryptobankan Bitcoin Suisse, sum hann sjálvur setti á stovn. – Tað er bæði gott fyri meg, men eisini fyri felagið, at eg gevist, greiðir hann frá

Sigurjón Einarsson
21. desember 2021 kl. 17:59

– Nú er tíð at vera pápi og skriva jólakort.

Soleiðis sigur hálvføroyski Bitcoin-milliarderurin, Niklas Nikolajsen von Karlshof (sum hann nú nevnir seg, red.), við danska miðilin finans.dk, nú hann hevur tikið avgerðina at gevast sum nevndarformaður fyri kryptobankan Bitcoin-Suisse, sum hann sjálvur setti á stovn í 2013.

Eftir níggju hørð ár, sum hann sjálvur málber seg, hevur hann kunngjørt fyri leiðsluni, at hann fer frá sum nevndarformaður 31. desember í ár. Nýggjur nevndarformaður verður Luzius Meisser úr Sveis, sum tekur við 1. januar 2022.

– Seinastu níggju árini havi eg arbeitt yvir tíggju tímar um dagin, hvønn dag, og tað heldur eingin til í longdini. Nú er tíð til at gera onnur ting, sigur hann.

Niklas Nikolajsen viðurkennir, at tað verður gott bæði fyri hann og Bitcoin Suisse, at hann nú leggur frá sær sum nevndarformaður.

– Bitcoin er blivin ein virkisfyritøka, og tí er tað ikki longur brúk fyri einum Bitcoin-sjórænara sum mær. Felagið hevur nú meira brúk fyri einari meira professionellari fyrisiting, enn eina litríka leiðslu, ið er framsíggin, sum er nakað av tí, eg havi staðið fyri, sigur hann í samrøðu við finans.dk.

Men hálvi føroyingurin sigur ikki endaliga farvæl við Bitcoin Suisse. Hann eigur framhaldandi 25 prosent av fyritøkuni. Harumframt heldur hann fram sum heiðursnevndarformaður – ein sonevndur Honary Chairman – í felagnum.

Tað merkir, at hann í framtíðini fer at hava ein ráðgevandi leiklut í fyritøkuni, men hevur í hesum sambandi frásagt sær atkvøðurættin í nevndini. Ístaðin fyri at arbeiða tíggju tímar um dagin, hvønn dag í vikuni, so fer Niklas nú, sambært honum sjálvum, at hava eina arbeiðsviku upp á tveir dagar, har hann skal tosa við kundar og "halda mentanini í felagnum á lívi", sum hann málber seg fyri danska miðlinum.

Niklas Nikolajsen hevur sjálvur skotið upp, at Luzius Meisser verður nýggjur maður á brúnni í Bitcoin Suisse, og nevndin valdi hann eisini sum nýggjan nevndarformann tann 17. desember.

Luzius Meisser hevur verið partur av leiðsluni í Bitcoin Suisse síðan 2017. Hann hevur stóran kunnleika til krypto-peningaheimin, og var millum annað við til at stovna Bitcoin Association Switzerland í 2013. Harafturat er hann limur í serfrøðingaráðnum Swiss Blockchain Federation.

Luzius Meisser er cand.mag. í bæði datalogi og búskapi.