Ein bretskur maður hevur bjóðað lokalu myndugleikanum í Newport í Wales 52, 5 milliónir pund – umleið 431 milliónir krónur – fyri at fáa hjálp og loyvi til at fara á skattaveiðu á lokala ruskplássinum.
James Howells, ið er úr Wales, vónar at finna ein harðdisk, sum er fyltur við talgilda gjaldoyranum bitcoin, ið hann fyri fleiri árum síðani kom til at tveita í skrellispannina av misgávum.
Harðdiskurin innihelt 7.500 bitcoins, sum James Howells hevði keypt í 2009. Um tað mundi høvdu bitcoins næstan einki virði.
Tá virðið á talgilda gjaldoyranum byrjaði at fara til himmals, fór hann at leita eftir sínum harðdiski. Men í tí sambandi rann tað fram fyri honum, at hann hevði tveitt harðdiskin burtur av misgávum millum juni og august í 2013.
Seinastu tíðina hevur virðið av bitcoins verið rættiliga høgt, og tí høvdu tær 7.500 burturblivnu bitcoins havt eitt risastórt virði í dag – um hann altso hevði harðdiskin um hendi.
Tí roynir hann nú at fáa hjálp frá lokalu myndugleikunum, so hann kann fara á skattaveiðu eftir sínum egna virðismikla harðdiski.
James Howells er somikið ráðaleysur, at hann hevur bjóðað lokala býráðnum í Newport 25 prosent av tí virði, ið tær 7.500 bitcoins hava í dag, um tað eydnast honum at finna harðdiskin.
- Eg havi bjóðað at givið 25 prosent ella góðar 52,5 milliónir pund til Newport bý, soleiðis at tey kunnu deila tað út til øll, ið búgva í Newport, um eg finni míni bitcoins aftur, sigur James Howells í samrøðu við BBC.
Talgilda gjaldoyra kom í verðina í 2009 av ókendum telduforritara ella bólki, ið kallar seg Satoshi Nakamoto.
Bitcoins eru í grundini ein fíla, ið verður goymd í einari talgildari mappu á einum harðdiski.
Talgilda gjaldoyra kann brúkast at gjalda við, og allar flytingar verða skrásettar á einum dátugrunni, ið verður nevndur fyri Blockchain.
James Howells gjørdist ikki varugur við, at hansara harðdiskur var burtur, fyrr enn hansara bitcoins høvdu fingið eitt virði á níggju milliónir dollarar.
Prísurin fyri ein bitcoin hevur seinastu tíðina ligið á umleið 37.000 dollarar.
Verður roknað um til núverandi virði á talgilda gjaldoyranum, so hava hansara 7.500 burturblivnu bitcoins í dag eitt virði á umleið 277,5 milliónir dollarar – 1,72 milliardir krónur!