Bispur skal halda festival-gudstænastu í Vági
Tað verður vikuskiftið fyrst í mai
Áki Bertholdsen
18. mars 2024 kl. 08:30
Fyrsta vikuskifti í mai, altso 3. - 4. mai, verður afturvendandi dansibands-festivalurin í Vági.
Ein fastur táttur á festivalinum er dansibands-gudstænastan, sum er ein hátíðarlig løta og hon verður í Vágshøll leygarkvøldið 4. mai.
Og í ár verður tað eingin annar enn ovasti kirkjuligi myndugleiki okkara, Jógvan Fríðriksson, bispur, sum fer at hava gudstænastuna, siga fyrireikararnir í tíðindaskrivi í morgun.