Birita situr nú á tingi

Tingið hevur játtað Ingilín Strøm farloyvi í eina viku

Jóannes Hansen
3 tímar síðan

Birita Matras Petersen hevur í dag tikið sæti á tingi. Hon er á tingi í staðin fyri Ingilín Strøm, sum í dag er farin í farloyvi í eina viku.

Javnaðarflokkurin skrivar soleiðis í tíðindaskrivi:

Birita Matras Petersen er úr Klaksvík og hevur júst lokið útbúgving sum søgufrøðingur á Fróðskaparsetri Føroyar. Hon hevur í fleiri ár verið virkin á Norðoya Javnaðarfelagi og í ungmannafelagnum SU.

Á løgtingsvalinum í 2022 fekk Birita Matras Petersen 159 atkvøður.

Hetta er aðru ferð at Birita tekur sæti á løgtingi fyri Javnaðarflokkin. 

– Javnaðarflokkurin ynskir Biritu hjartaliga vælkomnari á ting, skrivar flokkurin í tíðindaskrivi.