Birita nýggj forkvinna í Transparency International Greenland

33 ára gamla Birita í Dali er nýgga forkvinnan í Transparency International Grenland

Bryndis Hjartardóttir
4. juni 2020 kl. 09:34

Nýggja forkvinnan í anti-korruptiónsfelagsskapinum Transparency International Greenland er 33 ára gamla Birita í Dali. Hon tekur við eftir Anitu Hoffer, sum nú hevur sitið við sessin mest loyvdu tíðina. Hetta skriva grønlendsku miðlarnir.

Birita í Dali er útbúgvin cand.scient.pol á universitetinum í Keypmannahavn og arbeiður sum serráðgevi í grønlendska fiskimálaráðnum.

Í tíðindaskrivi til grønlendsku miðlarnar sigur Birita:

- Í einum lítlum samfelagi, har øll kenna hvønn annan, og har almenni sektorurin er so stórur, og valdið er savna á fáum hondum, hevur opinleiki og gjøgnumskygni ovurstóran týdning, og hetta Transparency International Greenland áhaldandi at arbeiða við.

Transparency International Greenland arbeiður fyri at basa korruptión, bæði á altjóða støði og innanríkis.