Nýggja forkvinnan í anti-korruptiónsfelagsskapinum Transparency International Greenland er 33 ára gamla Birita í Dali. Hon tekur við eftir Anitu Hoffer, sum nú hevur sitið við sessin mest loyvdu tíðina. Hetta skriva grønlendsku miðlarnir.
Birita í Dali er útbúgvin cand.scient.pol á universitetinum í Keypmannahavn og arbeiður sum serráðgevi í grønlendska fiskimálaráðnum.
Í tíðindaskrivi til grønlendsku miðlarnar sigur Birita:
- Í einum lítlum samfelagi, har øll kenna hvønn annan, og har almenni sektorurin er so stórur, og valdið er savna á fáum hondum, hevur opinleiki og gjøgnumskygni ovurstóran týdning, og hetta Transparency International Greenland áhaldandi at arbeiða við.
Transparency International Greenland arbeiður fyri at basa korruptión, bæði á altjóða støði og innanríkis.