Yrkingasavnið,"Bónusyrkingar", sum Sanna Andrassardóttir Dahl, hevur týtt úr íslenskum, er fylt við yrkingum, ið speirekandi gera gjøldur við og kritisera forbrúkarasafelagið. Birgir Kruse, bloggari, fegnast um útgávuna av hesum yrkingasavninum. "Takk fyri at tit fluttu ransakandi, íslenska satiru inn í okkara mál. Tað var dagsins gula bónus!"
Birgir Kruse eftirlýsir á bloggi sínum, Birkblog, føroyska satiru. Ongin ólavsøkukabarett var í ár, onki fríggjadagsprik hevur verið í eitt mannaminni. Langt er síðani at man hevur hoyrt frá satiristum sum Jákup Veyhe, Hilmar Jan Hansen ella skemtiliga, dulnevnda blogginum, Føroyaportalinum.
Í samrøðu við Kringvarpið í morgun, sigur Birgir Kruse, at satira kundi fingið betri rásarúm í føroyska miðlalandslagnum. Hon manglar ein almennan pall, har hon kann blíva dyrkað og borin út til øll fólk í Føroyum.
Birgir Kruse slær tó fast, at satira sjálv er nakað ið ikki kann koma úr erva, frá t.d. Kringvarpinum. Satiran livir best úti í krókunum, og má hava eitt sokallað "underground" lív. Men hon manglar ein almennan pall.