Væl umtókta tiltakið, “Ein dagur á grynnuni”, verður uttan Birgir Enni í ár. Maðurin, sum tók stig til tiltakið og var ímyndin av tí, kravdi innlit í fíggjarviðurskiftini – úrslitið varð, at hann varð útihýstur
– Eg eri strikaður í mailinglistanum, og havi einki frætt frá teimum síðan í fjør. Tað byrjaði við, at eg bað um innlit í fíggjarviðurskiftini. Tað fekk eg ikki á nøktandi hátt og síðan varð eg bara útihýstur.
Tað sigur Birgir Enni, sum hevur verið ein av fyriskiparunum av sera vælumtókta tiltakinum “Ein dagur á grynnuni”, sum fyrstu ferð sá dagsins ljís fyri trimum árum síðan. Tað er í tíðindaskrivi boðað frá, at tiltakið verður aftur í ár – men tað verður uttan Birgir Enni, sum tey flestu kenna frá skipinum Norðlýsinum og matvinnuni.
Oddamaður
Onkur hevur tikið til, at tað hevur verið sum á ólavsøku, tá tiltakið “Ein dagur á grynnuni” hevur verið fyriskipað, og í fjør vóru eini 8.000 fólk savnaði í Vágsbotni og niðan eftir Tórsgøtu í Havn, har borðreitt varð við ókeypis mati, sum allur stavaði úr sjónum.
Sjálvboðin fólk hava hjálpt til og alt hevur sæð út til at verið gott. Tiltakið hevur verið fyriskipað fyrst í mai mánaði, og í ár hava fyrireikararnir boðað frá, at tað verður 5. mai.
Tiltakið eydnaðist so mikið væl, at farið var eisini undir eitt nýtt tiltak, Slaktið, sum eisini hevur fingið góða móttøku.
Lesið meira um hetta, samrøðu við Kára Sørensen, fyrireikara og Jóan Petur Hentze frá Tórshavnar Kommunu, sum hevur kravt roknskap HER