Íbúðarneyðin er stór í Keypmannahavn og prísinir eru høgir. Sambært danska blaðnum, Politiken, liggur prísurin á einari privatari lestraríbúð á umleið 5300 krónum. Prísurin á teimum almennu lestraríbúðunum er nakað lægri, men bíðilistarnir til hesar íbúðirnar eru sera langir.
Í dag hevur felagið, CPH Village, fingið endaligt loyvi at seta 84 bingjuíbúðir upp á Refshaleoynni í Keypmannahavn. Íbúðirnar hava allar tvey kømur og kunnu tær húsa umleið 164 lesandi.
Íbúðirnar eru fyribils loysnir uppá ein stóran trupulleika í Keypmannahavn, nevniliga bíligar lestraríbúðir. Ætlanin er, at bingjuíbúðirnar skulu setast upp í eitt fyribils tíðarskeið, á økjum har tað ikki fyriliggur nøkur byggiætlan í løtuni óansæð.
Íbúðirnar á Refshaleoynni eru t.d. ætlaðar at vera har í tíggju ár fyri fyrst.
Hugskotið til CPH Village kom av tí stóra og bráðfeingis manglinum uppá lestraríbúðir í Keypmannahavn. Tað tekur ov langa tíð at byggja alt sum tað í løtuni er tøvur á, og soleiðis varð hugskotið um bingjuíbúðir til.
Prísurin á privatum íbúðum í Keypmannahavn er hækkað við 50% síðan 2010. Almennu íbúðirnar eru, harafturímóti, bert hækkaðar 17%.
Keypmannahavnar kommuna hevur seinastu mongu árini ikki vilja stuðla at byggja almennar íbúðir. Politiski flokkurin, Enhedslisten, fekk tó broytt hesum í 2013 og nú eru 380 milliónir krónur lagdar av, til at byggja almennar lestraríbúðir. 6000 nýggjar lestraríbúðir skulu tískil standa klárar í 2020.