Bilurin fór runt - men førarin slapp væl
Seinnapartin í gjár var eitt ferðsluóhapp, sum sá ógvusligt út
Áki Bertholdsen
25. apríl 2024 kl. 09:30
Klokkan 14.30 seinniapartin í gjár ringdi fólk til løgregluna at boða frá einum ferðsluóhappi í Kaldbaksbotni, beint uttan fyri tunnilsmunnan.
Løgreglan sigur, at talan var um eina støðu har ein bilførari hevði mist tamarhaldið á bilinum, so at hann fór út av.
Tað sá ógvusligt út, tí bilurin fór runt og endaði við hjólunum í veðri. Bilførarin var einsamallur í bilinum, men løgreglan sigur, at hann sá ikki út til at hava meiðslað seg nevnivert.
Kortini fór hann á Landssjúkrahúsið til kanningar. Løgreglan veit ikki, hví óhappið hendi, men bilførarin skal avhoyrast tá ið tað liggur fyri - men tað er ikki illgruni um, at rúsdrekka var uppi í.