Bilurin fór í knús - og bilførarin fór á sjúkrahús

Eitt ógvusligt ferðsluóhapp var á Kaldbaksvegnum í nátt

Áki Bertholdsen
15. juni 2024 kl. 09:42

Mitt í nátt, klokkan 4.30, ringdi ein bilførari til løgregluna at boða frá, at hann var komin fram á ein bil, sum var farin út av.

Hetta var á Kaldbaksvegnum á tí smala vegnum á strekkinum ímillum Kaldbak og Kaldbaksbotn.

Løgreglan sigur, at talan var um eitt ógvusligt ferðsluóhapp. Okkurt hevur verið atvoldin til, at bilførarin hevur mist tamarhaldið á bilinum og er farin í bilaverjuna á niðaru síðani. Løgreglan sigur, at einar 100 metrar av bilaverjuni hava finngið skaða av stoytinum.

Haðani er hann slongdur niðan um vegin, har hann hevur tikið nógvar metrar av stikið við sær. Bilurin fór á rull og endaði eitt fitt petti frá vegnum, sigur løgreglan.

Tey siga, at bilurin er farin í knús. Bilførarin var einsamallur í bilinum og hann var sloppin úr bilinum við egnari megi tá ið fráboðarin kom fram.

Boð vórðu send eftir sjúkrabili og bilførarin varð førdur á Landssjúkrahúsið til kanningar og har varð hann innlagdur.

Løgreglan sigur, at tá ið høvið býðst fara tey at avhoyra hann fyri at fáa greiði á, hví óhappið hendi - og sum tey altíð gera í slíkum føri, er blóðroynd eisini tikin av bilføraranum fyri at vita um hann var edrúur.