Seinnapartin í gjár hendi eitt ógvusligt ferðsluóhapp á Tvøroyri. Løgreglan sigur, at talan var um ein persónbil, sum ikki helt víkiskylduna, men koyrdi út fyri ein treylara.
Løgreglan sigur, at stoyturin var so harður, at persónbilurin fór í knús og løgreglan tók pláturnar av honum á staðnum. Tað gera tey, tá ið skaðin er so stórur, at tað er ikki væntandi, at bilurin verður gjørdur aftur.
Treylarin fekk eisini eitt sindur av skaða, men einki nevnivert kortini.
Men at síggja til var eingin fólkaskaði, og at bilførarin í persónbilinum var sloppin við skrekkinum. Hann fór kortini á sjúkrahúsið til kanningar.
Í sambandi við óhappið, var vegurin stongdur eina góða løtu til bilurin varð fluttur burtur og vegurin ruddaður aftur.
Í gjár var ein bilførari, sum kom koyrandi ígjøgnum Kollafjarðartunnilin, so óheppin, at hann steðgaði upp mitt í tunlinum.
Harafturat var hann eisini so óheppin, at hetta var mitt í roktíðini í gjáramorgunin, so tað var eitt sindur av ampa av hesum.
Løgreglan fekk kortini hjálpt honum inn á eitt víkipláss og har varð bilurin standandi, til ferðslan var minkað aftur.
Lægreglan gjørdi eisini ferðslukanningar í gjár, men har var alt eftir forskriftunum, og eingin bilførari varð skrivaður upp.