Bilur koyrdi inn í mannamúgvu í Belgia

Í morgun koyrdi ein bilur inn í mannamúgvu í belgiska býnum Strépy-Bracquegnies. Seks fólk hava latið lív. Myndugleikarnir hava ikki illgruna um yvirgang.

Marjun Manuela Behrens
20. mars 2022 kl. 15:44

Í morgun klokkan 05:00 gjørdu 150 fólk klárt til eitt karneval, sum skuldi vera seinni í dag í belgiska býnum Strépy-Bracquegnies. Fyrireikingarnar vardu ikki leingi, tí stutt eftir at fólkini vóru komin saman, koyrdi ein persónur inn í mannamúgvuna. 

Seks fólk lótu lív á staðnum, og 10 fólk hava fingið álvarsligan skaða. Afturat tí hava 27 fólk fingið smærri skaðar.

Persónurin, sum koyrdi bilin, helt fram at koyra líka til hann varð stegðaður av løgregluni. Tveir menn í 30-árunum, sum eru úr umráðnum, eru handtiknir. Talan er um tveir menn, sum eru kendir hjá løgregluni. 

Belgiska løgreglan kannar nú málið og segði á tíðindafundi í dag, at illgruni er ikki um yvirgang. 

Kelda: DR.dk