FC Hoyvík skrivar soleiðis:
FC Hoyvík fegnast um, at felagið hevur gjørt avtalu við roynda venjaran Heðin Askham, sum nú legst afturat venjaratoyminum hjá 1. deild monnum sum hjálparvenjari saman við Bill McLeod Jacobsen, høvuðsvenjara.
Júst teir báðir í sama venjaratoymi eru ikki hvørjir sum helst í føroyskum fótbólti, tí umframt drúgvar royndir aðrastaðni frá arbeiddu teir árini 2006-2014 saman á føroysku U19 og U21 landsliðunum hjá dreingjum, har teir fingu nógv góð úrslit. M.a. bestu stigaúrtøku nakrantíð.
Drúgvu royndir teirra við bæði ungdómi og vaksnum hava stóran týdning í Hoyvík, her ein av stóru uppgávunum er at byggja brýr millum ungdóms- og vaksnamannafótbóltin í felagnum, skrivar FC Hoyvík.