Bill Justinussen hevur nú teknað seg um lim í Fólkaflokkinum, men tað er framvegis ikki greitt um hann eisini fer at stilla upp fyri Fólkaflokkin.
Í samrøðu við VP sigur hann soleiðis um flokkskifti:
- Eftirhondini havi eg ásannað, at eg eri ov borgarligur til Miðflokkin. Nú eg ikki eri tingmaður longur, vil eitt floksskifti ikki skaða tann flokkin, sum eg var við til at stovna fyri góðum 30 árum síðani, sigur Bill Justinussen í viðmerking til VP, tá ið VP spyr um hann nú hevur teknað seg sum lim í Fólkaflokkinum.
- Eg eri sera samdur við stevnuskrá Fólkafloksins. Góður, borgarligur politikkur byggir land og førir land okkara framá, sigur Bill Justinussen.
- Vit føroyingar síggja virðið av fría initiativinum hvønn dag. Ikki minst her í norðurøkinum, Eysturoynni og kring Skálafjørðin. Her eru óteljandi smáar, miðalstórar og stórar fyritøkur, sum dagliga skapa livilíkindi og trivnað fyri hin einstaka, familjuna og samfelagið alt.
- Tað er týdningarmikið, at almenni myndugleikin ikki leggur fótonglar fyri privata initiativið, men heldur skapar góðar karmar, sigur hann.
- Politiski dysturin nú og í komandi tíðum kemur alt meiri at standa um júst hesar spurningar.
- Eg vil fegin stuðla Fólkaflokkinum í hesum og mongum øðrum politiskum álvarsmálum. Tí havi eg í vikuni teknað meg sum lim í Eysturoyar fólkafloksfelag, sigur Bill Justinussen.
- Samstundis vil eg takka øllum miðfloksfólkum fyri gott og gevandi samstarv øll árini. Eisini vil eg takka øllum veljarum, sum trúliga hava víst mær álit.
- Brotið við Miðflokkin er hent í virðing og sóma frá báðum pørtum, og tað fegnist eg stórliga um, sigur Bill Justinussen at enda við VP.
Sambært Valúrslit hevur Bill Justinussen stilla 11 ferðir upp til løgtingsval. Hann bjóðaði seg fyrstu ferð fram á løgtingsvalinum í 1988 fyri Kristiliga Fólkaflokkin, Føroya Framburðs- og Fiskivinnuflokkin, men uttan at vera valdur. Trý ár seinni klovnaði flokkurin, tá ið tingmenninir Niels Pauli Danielsen og Tordur Niclasen vóru ósamdir um flokspolitisku kósina. Tordur Niclasen tók seg úr flokkinum og stovnaði stutt eftir Miðflokkinum saman við millum øðrum Jenisi av Rana og Bill Justinussen.
Bill var í floksstjórnini og skrivari hjá tingmanningini, tá ið hann fekk sín politiska elddóp sum landsstýrismaður í heilsumálum í 2002, uttan at vera valdur í løgtingið. Á løgtingsvalinum í 2004 var undirtøkan hinvegin so góð, at hann varð valdur á Løgting á fyrsta sinni, skrivar Valúrslit.
Til seinasta løgtingsval í 2022 fekk Bill Justinussen 382 persónligar atkvøður, men tað rakk ikki til ein tingsess, tí Miðflokkurin fekk bert tveir tinglimir. Nummar tvey gjørdist miðfloksins stjørnuskot Steffan Klein Poulsen, ið fekk heili 518 persónligar atkvøður.