Heimsins milliarderar finnast nógv teir flestu í USA, og tríggir teir ríkastu eru eisini amerikanarar. Aftur í ár er Microsoft stovnarin, Bill Gates ríkastur, og í hølunum koma fíggjarmaðurin Warren Buffet og Jeff Bezos frá Amazone.
Einaferð var Carlos Slim nummar eitt, men hann er nú á sætta plássi – hann líður tó onga neyð við sínum 54,5 milliardum dollarum. Tann sum økti mest um sítt ríkidømi í 2017 var tó Jeff Bezos, sum legði 27,6 milliardir dollarar afturat sínum ríkidømi
Listin
1: Bill Gates (62 ár), 86 milliardir dollarar
2: Warren Buffet (87 ár), 75,6 milliardir dollarar
3: Jeff Bezos (53 ár), 72,8 milliardir dollarar
4: Amancio Ortega (81 ár), 71,3 milliardir dollarar
5: Mark Zuckerberg (33 ár), 56 milliardir dollarar
6: Carlos Slim Helu (77 ár), 54,5 milliardir dollarar
7: Larry Ellison (73 ár), 52,2 milliardir dollarar
8/9: Charles Koch (82 ár), 48,3 milliardir dollarar
8/9: David Koch (77 ár), 48,3 milliardir dollarar
10: Michael Bloomberg (75 ár), 47,5 milliardir dollarar
Lesið allan listan HER