Bill er nú venjari hjá FC Hoyvík

Nýggi venjarin verður eisini sambindingarlið í skiftinum millum ungdómsfótbólt og vaksnamannafótbólt í felagnum

Jonhard Hammer
4. desember 2023 kl. 06:29

Bill Jacobsen er aftur venjari. FC Hoyvík boðar frá, at felagið hevur skrivað sáttmála við Bill Jacobsen, sum verður venjari hjá FC Hoyvík liðnum í 1. deild.

FC Hoyvík skrivar soleiðis:

Nevndin hjá FC Hoyvík gleðist um at avdúka at tey hava sett ein av royndastu venjarum í Føroyum at standa á odda fyri 1. deildarliðnum hjá monnum í 2024.
Bill hevur við sínari UEFA Pro Licence útbúgvin, hægstu útbúgving innan venjaraøkið. Umframt sína útbúgving hevur Bill sera drúgvar royndir sum bæði landsliðsvenjari og hjá fleiri feløgum í Føroyum.
Umframt at venja 1. deild, fer Bill eisini at virka sum sambindingarlið í skiftinum frá ungdóms- til vaksnamannafótbólt í FC Hoyvík, skrivar felagið.