Bill Cosby er leysur aftur

Hægstirættur í Pennsylvania hevur kolldømt dómin hjá Cosby, eftir at hann hevur sitið í fongsli í tvey ár

Steinar Patursson
1. juli 2021 kl. 09:29

Bill Cosby er nú ein leysur maður aftur, eftir at hægstirættur í Pennsylvania hevur kolldømt dómin hjá honum.

Dómararnir í hægstarætti siga sambært BBC, at alt var ikki rætt farið fram hjá ákæranum í upprunaliga dóminum, men teir ásannaðu, at nýggi dómurin er óvanligur.

Bill Cosby hevur sitið fongslaður í tvey ár, eftir at hann í 2018 varð dømdur 10 ára fongsulsrevsing fyri at hava doyvt og neyðtikið Andreu Costand.

Hópin av kvinnum høvdu greitt miðlum frá, at Cosby hevði gjørt seg inn á tær, men Cosby varð einans ákærdur fyri ágangin móti Costand.

Løgfrøðiliga er tað ein samansett grundgeving fyri, hví Cosby varð frídømdur, nú tvey ár eftir at hann fekk upprunaliga dómin, skrivar BBC.

Millum annað vísti hægstirætturin í Pennsylvania á eina skriftliga avtalu, ið fyrrverandi ákærin hevði gjørt, ið segði, at Cosby skuldi ikki ákærast, um hann vitnaði í sivilmálinum hjá Andreu Costand.

Harumframt metti rætturin eisini, at frágreiðingarnar hjá teimum, ið ikki høvdu nakað við rættarmálið at gera, høvdu ávirkað úrskurðin.