Bill Clinton innlagdur

Fyrrverandi amerikanski forsetin Bill Clinton er innlagdur til sjúkraviðgerð, men talan er ikki um koronu, siga læknarnir hjá fyrrverandi forsetanum

Emily Mei Marty
16. oktober 2021 kl. 11:15

Fyrrverandi amerikanski forsetin Bill Clinton innlagdur við bløðrubruna. Tað boðar CNN frá. Í løtuni liggur Clinton til viðgerðar á akuttdeildini á the University of California Irvine Medical Center.

Amerikanski miðilin CNN skrivar, at fyrrverandi forsetin varð koyrdur á sjúkrahús, tí brunin var longu førdur víðari inn í blóðrenslið hjá honum. Annars verður sagt av læknanu hjá Clinton, at politikarin varð fyrst og fremst innlagdur á akuttdeildina tí umstøðurnar har vóru hóskandi í sambandi við tryggleika hansara, og ikki tí hann hevði brúk fyri bráðfeingis læknahjálp, sum so.

Høvuðslæknin á sjúkrahúsinum, har ið Clinton er innlagdur, Alphesh Amin lækni, og egni læknin hjá Clinton, Lisa Bardack lækni, hava skrivað eina felags kunngerð um støðuna hjá fyrrverandi amerikanska forsetanum. Millum annað verður sagt, at Clinton hevur fingið bakteriutýnandi heilivág, og at læknarnir halda eygu við honum. Eisini verður sagt, at Clinton fær gingið og er í góðum hýri. Hann verður verandi eina løtu aftrat, tí læknarnir vilja vera vissir í, at amerikanski politikarin er komin aftur fyri seg, men teir hava góðar vónir um, at Clinton sleppur heim aftur skjótt.

Clinton var farin til California úr New York, har hann vanliga býr, í sambandi við okkurt tiltak, ið varð skipað fyri av the Clinton Foundation, altso grunnurin hjá honum. Clinton kendi seg móðan og fór til kanningar í hesum sambandi. Stutt aftaná varð hann innlagdur. Kona hansara, Hillary Clinton, var til staðar á tiltakinum sum umboð hansara, og seinni fór hon á sjúkrahúsið at vera hjá honum. Læknarnir hjá Clinton søgdu, at slíkur bruni er vanligur at fáa hjá eldri fólki, og ofta eru hampiliga lættir at viðgera. Tó kunnu teir skjótt føra seg inn í blóðrenslið, og tískil verða sera farligir.

Áður hevur tann 75-ára gamli Clinton havt nakrar trupulleikar av hjartanum hjá sær, og í 2004 og aftur í 2010 varð hann skurðviðgjørdur í hjartanum. Tó siga læknarnir hjá Clinton, at hann er hvørki innlagdur í sambandi við hjartatrupulleikar ella COVID-19.