Príslækkingar á sólsellum hava givið einum hópi av fólki atgongd til streym, hóast tey búleikast í økjum langt burtur frá orkuverkjum
Talið á fólki, ið hava atgongd til streym, veksur støðugt. Ein tann størsta orsøkin til hetta er útbreiðslan av sólsellum, sum gera ravmagn úr sólarljósi. Væl umhildna orkukeldan er vorðin alsamt bíligari tey seinastu árini, og tað hevur sett ferð á nýtsluna: Í dag hava seks ferðir fleiri fólk í Afrika, Asia og Latínamerika atgongd til streym, samanborið við ár 2011.
Ein orsøk til at prísirnir eru lækkaðir, er sokallaða off grid-virksemið. Off grid merkir, at orka verður vunnin lokalt, heldur enn at verða heintað úr fjarstøddum streymneti. Ein lokal orkukelda kann standast av einum vatnorkuverki, biogassi, vindmyllum ella sólsellum, og eru tað serliga sólsellurnar, ið gera vart við seg í løtuni.
Felagsskapurin IRENA arbeiðir fyri at fremja burðardygga orku kring allan heimin, og tey siga frá stórari framgongd innan økið. Í 2011 vóru gott og væl 20 milliónir menniskju, ið framleiddu streym lokalt. Seinastu kanningar eru frá 2016 og siga frá, at umleið 133 milliónir hava fingið atgongd til lokalt framleiddan streym.
Streymur er lívsbroytandi
Varastjórin á deildini fyri vitan, politikk og fígging hjá IRENA, Rabia Ferroukhi, viðmerkir menningina: “Nú eru vit eftirhondini greið yvir, hvussu óluksáligan stóran týdning hesin hátturin at framleiða streym hevur fyri útjaðaran. Hann hevur broytt livið hjá milliónum av menniskjum, tí hann hevur við sær støðufesti og veitir fólki eina rúgvu av møguleikum.”
Tað eru serliga tær heilt smáu sólsellurnar undir 11 watt, sum eru væl umtóktar. Í flestu førum vera tær nýttar til lampur, ið gera tað møguligt at hava ljós um kvøldarnar og næturnar. Sólsellurnar hava millum annað givið fátækum familjum møguleikan at lurta eftir útvarpinum, og børnini kunnu gera skúlating um kvøldarnar. Off grid sólorka verður eisini nýtt til telefonmastrar, vatnpumpur og gøtuljós.
Sambært IRENA, er lokal orkuframleiðsla ein týdningarmikil partur av loysnini, tá talan eru um at røkka út til ta seinastu milliardina av menniskjum, sum enn tann dag í dag ikki hava atgongd til streym. Málið er, at øll skulu fáa atgongd til burðardygga og álítandi orku.