Bilførarin var óansin og fór út av

Tað sær ógvusligt út, men fólkaskaði var eingin

Áki Bertholdsen
28. januar 2024 kl. 09:29

Seinnapartin í gjár fór ein bilur út av innast í líðini, bent áðrenn svingið tvørtur um ósan yvir ímóti ímóti Trongisvági.

Løgreglan sigur, at bilførarin, sum var einsamallur í bilinum, hevur greitt frá, at hann var óansin eina løtu, so hann bar við ein lyktapela og fór út av, og endaði við hjólunum í veðrið. Men hann slapp óskalaður frá óhappinum.

Annars hevur løgreglan annars kannað ferðsluna fleiri staðni kring landið og fleiri bilar eru steðgaðir. Í hesum sambandi fingu fimm bilførarar bót í Eysturoynni og í Havn. Onkur tosaði í fartelefon, onkur hevði ikki tendrað lyktirnar og onkur koyrdi á ólógligum prutli.