Bilførarin missur koyrikortið
Tað verður tikið heilt alvorligt, tá ið nakað dettur úr lastini á lastbilum
Áki Bertholdsen
5. november 2024 kl. 08:11
Seinnapartin í gjár var ruðuleiki í Eysturoyrtunlinum eina løtu. Tað var á strekkinum ímillum rundkoyringina og Rókina og á strekkinum ímillum Hvítanesi og rundkoyringina, at ein lastbilur misti heilt fitt av nevagróti á vegin. Løgreglan sigur, at summir steinar vóru so stórur, at teir botnurin á bilum, sum komu koyrandi, tók.
Tunnilin varð stongdur eina løtu á strekkinum ímillum rundkoyringina og Rókina, og tað elvdi til langar røðir av bilum.
Tað gekk ein løta, so var koyrandi aftur. Men løgreglan sigur, at tað er alvorligt at lastbilar bissa nakað úr lastini, so bilførarin verður skuldsettur fyri tað, og tað fer at kosta honum koyrikortið.