Í gjár var løgreglan á ferð, bæði í Havn og í Eysturoynni og kannaði ferðsluna.
Í Eysturoynni varð ein bilførari tikin fyri at brúka hondhildna fartelefon ímeðan hann koyrdi og tað fær hann 1.500 krónur, og klipp í koyrikortið fyri.
Løgreglan gjørdi eisini ferðkanningar á Glyvursvegi, har tað er loyvt at koyra 50, men har bilførarar altíð koyra skjótari enn loyvt er.
Og tað gjørdu teir eisini í gjár, tí har vórðu tríggir bilførarar tiknir. Tveir av teimum vórðu skrásettir fyri at koyra beint undir 70, so teir fáa bót, men tann eini koyrdi beint yvir 70, so hann fær eisini klipp í koyrikortið.
Í gjár varð ringt til løgregluna at melda eitt prutl í Hoyvík, har tað sótu trý fólk á. Men tá ið løgreglan kom fram, var einki prutl at síggja.
Men tað mest merkisverda sum løgregluni var fyri í gjár, var tá ið tey steðgaðu einum bilin í Havn um døgurðatíð í gjár, tí tann bilførarin varð skuldsettur fyri heili fýra lógarbrot
Tað vísti seg, at bilførarin var ávirkaður, hann hevði heldur ikki koyrikort og harafturat hevði hann eisini stolið bilin.
Løgreglan sigur, at tá ið hann varð kannaður, funnu tey eisini útgerð uppi á honum at roykja hassj við, so hann er núskuldsettur fyri heili fýra lógarbrot.