Bilførari fløktist í ljósreguleringini mitt í Havn

Løgreglan var eisini eftir einum fullum manni, sum hevði tikið feil

Áki Bertholdsen
6. oktober 2024 kl. 10:20

Í gjár hendi eitt ferðsluóhapp á krossinum millum Bøkjarabrekku og R.C.Effersøesgøtu, mitt í Havnini, har ljósregulering er.

Ein bilur, kom koyrandi niðaneftir og skuldi snara oman eftir Bøkjarabrekku, men tá ið hann snaraði, stoytti hann saman við ein bil, sum kom koyrandi oman eftir. R.C. Effersøesgøtu.

Onkusvegna kom fløkja í tí báðir bilarnir hava ikki havt grønt ljós. Niðurstøðan hjá løgregluni er, at bilurin, sum kom niðaneftir, hevði ikki grøna píl at snara vil vinstru oman eftir, so hann verður helst skuldsettur fyri ikki at halda víkiskylduna. Tá ið tað elvir til samanstoyt, er avleiðingin ofta at koyrikortið rýkur.

Eitt annað lítið ferðsluóhapp hendi á Skálafjørðinum í morgun, tá ið ein bilførari var á veg til arbeiðis. Men tað vísti seg at vera ein óroyndur bilførari, sum var komin ov langt út á kantin so hann endaði í autoverjuni.

Eingin fólkaskaði var, autoverja og bilur fingu skaða. Løgreglan sigur, at bilurin var so gamal, at pláturnar vórðu tiknar av honum, tí tað loysir seg neyvan at gera hann aftur.

Løgreglan var eisini nakrar ferðir eftir fullum monnum í nátt. Ein kona mitt í Havn ringdi at siga frá, at ein maður gekk og mól í garðinum hjá henni.

Hann hevði verið á hurðini, men har var stongt, so nú gekk hann uttanfyri og mól. Løgreglan fór eftir honum og tað vísti seg at vera ein fullur maður, sum bara hevði tikið feil av húsunum, hann skuldi gista í, so hann varð beindur á rætta kós.

Ein maður var so ólátaður á einum skeinkistaði í Havn, at ringt varð til løgregluna, so hann varð tikin við á støðina og fær eina bót fyri at bróta skilhaldsreglurnar

Tað var eisini galið uttan fyri eitt skeinkistað í Havn. Har vórðu nakrir mans komnir til ilnar, so teir vórðu koyrdir út - men bardagin helt fram uttan fyri. Løgreglan kom upp í og fekk skilt teir sundur og sent teir í hvør sína ætt.