Bilførari fær stóra bót
Hevur ikki fingið upp í lag at taka koyrikortið
Áki Bertholdsen
13. august 2024 kl. 07:45
Í gjár var rættiliga friðarligt hjá løgregluni. Men í Klaksvík kannaði løgreglan ferðsluna og har varð ein bilførari tikin fyri at brúka hondhildna fartelefon ímeðan hann koyrdi. Tað kostar honum 1.500 krónur í bót og eitt klipp í koyrikortið.
Men verri var hjá einum bilførara í Vágum. Løgreglan hevði steðgað einum bili, men tá ið tey kannaðu málið, vísti tað seg, at bilførarin ikki hevði koyrikort.
Hann hevur mist koyrikortið eina ferð í tíðini og kundi havt tikið tað aftur, men tað hevði hann eftir øllum at døma ikki fingið upp í lag til.
Fyrstu ferð, bilførari verður tikin fyri at koyra við ongum koyrikortið, er bótin 5.000 krónur, so tað varð ein dýrur biltúrur.