Bilførarar virdu ikki ferðsluskelti - og tað varð dýrt
Í gjár vórðu átta bilførarar tiknir í Klaksvík
Áki Bertholdsen
11. mai 2024 kl. 11:00
Í gjár var løgreglan á ferð í Klaksvík og kannaði ferðsluna. Kommunan er í ferð við at gera ábøtur á Stangavegin og í tí sambandi eru skelti sett upp, sum vísa, at vegurin er einvegis á einum vegastrekki ímeðan arbeiðið fer fram.
Men tey hava havt trupulleikar av, at bilførarar virða ikki skeltini og tí fór løgreglan á staðið at kanna viðurskiftini.
Og tað var skjótt, at var skjótt at tey sóu, at tað er nakað um tað, at bilførarar ikki virða ferðsluskeltini, tí upp á eina løtu vóru tað heilir átta bilførarar, sum koyrdu ímóti øvugtan veg enn loyvt er at koyra.
Og tað er ein dýr søga tí tað kostar bilførarunum eitt klipp í koyrikortið, umframt eina bót upp á 1.500 krónur.