Bilførarar fóru til løgregluna og vildu sleppa at blása

Løgreglan hevur verið nógv til staðar í Gøtu um vikuskiftið

Áki Bertholdsen
22. juli 2024 kl. 07:49

Løgreglan hevur verið nógv í Gøtu hetta vikuskiftið í samband við ársing G-festival.

Eisini um tað mundi, festivalurin endaði í gjáramorgunin, og fólk skuldu til hús aftur, var løgreglan í Gøtu.

Løgreglan var í Gøtu frá tíðliga um morgunin til út á seinnapartin og tey siga, at hesa tíðina vóru tað nógvir bilførarar, sum vendu sær til tey fyri at sleppa at blása í alkometrið.

Bilførararnir vildu trygga sær, at teir vóru edrúir og kundu koyra bil, sigur løgreglan. Tey siga, at tað vóru heilt nógvir bilførarar, sum blástu og at tað eisini vóru nakrir, sum vóru bidnir um at bíða nakrar tímar til teir fóru í bilin.

Annars steðgaði løgreglan eisini einum ótali av bilinum í Gøtu og har um vegir, men tað var bara hjá einum bilførara, at alkometrið sló út, so hann er skuldsettur fyri rúsdrekkakoyring.

Løgreglan stóð eisini fyri Norrønu tá ið hon kom til Havnar í gjárkvøldið og har vórðu 120 bilar, sum komu av Norrønu, steðgaðir. Bilførararnir vórðu bidnir um at blása i alkometrið, men teir vóru allir edrúir.