Hesin krossvegurin í Hoyvík, ímillum Vegin Langa og Løgmannabreyt, er ótolandi. Tað halda seks eigarafeløg í Hoyvík og nú hava tey hava vent sær til býráðið við eini áheitan um at gera nakað við tað. Trupulleikin er serliga at tey, sum skulu av løgmannabreyt, hava víkiskyldu og tí kann tað vera leingi at bíða áðrenn tey sleppa út á Vegin Langa.
Tróndur Sigurðsson, formaður í Teknisku Nevnd og formaður í Byggi- og Býarskipanarnevndini sigur, at tey eru sinnað at kanna, hvat kann gerast við trupulleikan.
Hann heldur, at nýggi ringvegurin rundan um Havnina, ímillum Eysturbýin og Vesturbýin, fer at loysa ein stóran part av trupulleikanum.
Hann sigur eisini, at tað er í meldurtíðini, sum er ein tími um morgunin og aftur ein tími seinnapartin at tað eru trupulleikar í ferðsluni, tí tá er sera trongligt og ruðuleikakent í krossinum.
Tá er rættiliga nógv ferðsla og tí eiga tey at kanna møguleikarnar fyri at bøta um trupulleikan.
Ein møguleiki er at gera eina Rundkoyring har allir vegirnir, Løgmannabreyt, Vegurin Langi og Kirkjustræti, verða bundnir í.
Fyrimunir eru at eingi ferðsluljós eru og at allir vegirnir verða knýttir í eina rundkoyring. Men vansin er, at ein rundkoyring er ikki væl hóskandi til ferðsluna í meldurtíðini - og so kostar hon eisini einar átta milliónir.
Hin møguleikin er at seta ferðsluljós upp í krossin. Fyrimunurin er, at tað er bíligari, tí tað kostar kanska fýra milliónir, ella helvtina av eini rundkoyring.
Vansin er, at ferðsluljós skulu haldast, og tað loysir ikki trupulleikan við ferðsluni av Kirkjustræti.
Kortini eru tey í býráðnum sinnað at kannað møguleikan fyri at bøta um støðuna. Og í gjár játtaði býráðið 300.000 krónur til at kanna hvar kann gerast við trupulleikan.
Meiri um eina løtu: Bilførarar hava ein øgiliga forkelaðan hugburð.