Bilførarar høvdu skund í Kollafjarðardali í gjár
Upp á eina løtu vórðu seks bilførarar tiknir
Áki Bertholdsen
21. august 2024 kl. 07:42
Fyrrapartin í gjár gjørdi løgreglan ferðmátingar á einum vegastrekki í Kollafjarðardali, har tað er loyvvt at koyra 80.
Og har høvdu bilførarar skund tí upp á eina lítla løtu vórðu seks bilførarar tiknir fyri at koyra ov skjótt. Tveir av teimum fingu bót fyri at koyra beint undir 100 kilometrar um tíman og tríggir bilførarar fingu eisini klipp í koyrikortið, umframt eina bót, fyri at koyra beint yvir 100.
Og tann eini bilførarin misti koyrikortið treytað, tí hann er skrásettur fyri at koyra umleið 115 kilometrar um tíman. Hann má so taka koyrikortið umaftur í næstum, annars verður tað tikið.