Bilførarar hava ein øgiliga forkelaðan hugburð

Aðrastaðni hava bilførarar lært seg at liva við tí og fara eina løtu fyrr av húsum

T-krossurin við Løgmannabreyt og Vegin Langa. Aðrastaðni fara bilførarar eitt sindur fyrr av húsum, sigur býráðslimur. Myndin er frá Umhvørvisstovuni
Áki Bertholdsen
29. januar 2024 kl. 10:00

 Sum vit skrivaðu í áðni ætlar Tórshavnar Býráð nú at kanna, hvussu tað kann verða lættari hjá bilførarum at koma ígjøgnum krossin ímillum Vegin Langa og Løgmannabreyt.

Men tann eini býráðslimurin, Gunnvør Balle, sum umboðar Tjóðveldi, heldur, at hetta er at gera ov nógv av.

Hon sigur, at hetta er at hugsa rættiliga stutt, tí tað er ein hálvur tími um morgunin og aftur ein hálvur tími seinnapartin, at trupulleikar eru - og nú umhugsar býráðið at brúka milliónir upp á tað.

– Aðrastaðni hava tey lært seg at liva við ferðsluni, og at trupulleikar stinga seg upp, og so fara tey bara eitt sindur fyrr av húsum, sigur hon.

Men her skulu vit altíð innrætta okkum til háferðslutíðina, staðfestir hon.

Hetta er ein øgliga forkelaður hugburður at hava, at fólk ikki kunnu standa og bíða eina løtu um morgunin og seinnapartin, heldur hon.

Hon mælir til, at Býráðið heldur bíðar til tey síggja, hvat úrslitið av nýggja ringvegnum oman fyri Havnina, verður, og um tað ikki fer at loysa trupulleikan

Heðin Mortensen, borgarstjóri, er ikki ósamdur í, at vit hava lyndi til at gera nógv burtur úr, men hann heldur kortini, at hetta er ein spurningur um trygd og tí eigur býráðið at kanna tað.

Jón Kragesteen, sum hevði sæti í býráðnum fyri Tjóðveldi fyri Turið Horn, er ikki samdur í, at trupulleikin er lítil, tí har er vandi á ferð allan dagin.

Eitt, sum ger vandan serliga stóran, er, at bilarnir, sum koyra eftir Vegnum Langa, koyra ofta rættiliga skjótt og tí er tað ikki sørt vandamikið at koma av Løgmannabreyt út á Vegin Langa sigur hann.