Í næsta mánað vónar Strandferðslan at hava eina skipan klára, har tað ber til at bíleggja ferðaseðil til Smyrli á internetinum. Tað sigur Niels Juel Arge, stjóri á Strandferðsluni.
Hann sigur, at talan verður um eina bíleggingarskipan til bæði bil og til farm.
Tað hevur verið nógv frammi um, at Smyril ikki klárar at flyta allan farmin, sum er at flyta ímillum Suðuroynna og Havnina.
Tí hevur Strandferðslan arbeitt við eini skipan, har tað skal bera til at samskipa farmin fyri at fáa hann útjavnaðan út á fleiri túrar, tí tað skerst ikki burtur, at á nógvum túrum er gott pláss.
Hinvegin er tað á ávísum túrum, at tað er nógvur farmur og tað er hesin farmurin, endamálið er at javna út á aðrar túrar.
Ein bíleggingarskipan til at bíleggja ferðaseðil á internetinum er ein partur av hesum og so slepst eisini undan, at ferðafólk noyðast koma á ferjuleguna uttan at sleppa við - og tað slepst eisini undan, at ferðafólk við bili skulu noyðast á ferjuleguna langt áðrenn Smyril loysir, fyri at tryggja sær pláss.
Tað hevur verið sagt, at ein slík skipan fór helst at vera liðug fyrst í árinum, men tað eydnaðist ikki. Stjórin á Strandferðsluni sigur, at arbeitt verður miðvíst við at menna hesa skipanina lidna.
– Vit hava vónir um at skipanin verður liðug í næsta mánað, men tað er ikki heilt vist, sigur Niels Juel Arge.
Og tey vilja ikki seta eina skipan í verk, fyrrenn tey eru vís í, at hon riggar.
Ein skipan hevur verið við Teistanum og tann skipanin riggaði væl. Men Niels Juel Arge vísir á, at Smyril er eitt munandi størri skip, og tað er munandi størri uppgáva at fáa tað at ganga upp at lasta biladekki við farmi.