Bílegði doping-evni á internetinum til Føroya

Løgreglan hevur skuldsett móttakarum

Áki Bertholdsen
2 tímar síðan

Tað er heilt vanligt, at fólk bíleggja alskyns vørur á internetinum. Har er heldur ikki mark fyri, hvat er at fáa - og tað hendur seg eisini meiri enn so, at fólk bíleggja ólógligar vørur á internetinum.

Løgreglan sigur, at í gjár fingu tey ein pakka við ólógligum doping-evnum, sum onkur hevði bílagt á internetinum til Føroya.

Løgreglan sigur, at talan var um eina fløsku við olju og tey hava roknað seg fram til, at talan er um 60 doping-eindir.

Tey duga ikki rættiliga at siga, hvussu oljan verður brúkt, men hon stendur í hvussu so er á listanum yvir evni, sum eru ólóglig at innflyta.

Løgreglan sigur, at hald verður lagt á oljuna og samstundis er móttakarin skuldsettur fyri at royna at innflyta ólóglig evni.