Bilar aktaðu ikki tey reyðu ljósini

Tríggir bilførarar fáa bót og klipp í koyrikortið

Áki Bertholdsen
16. mai 2024 kl. 07:45

Í sambandi við arbeiðið at gera tunlarnar Norður um Fjall, er ferðslan regulerað við ljósum, men tað eru ikki allir bilførara, sum virða tað.

Løgreglan sigur, at í gjár vórðu tríggir bilførarar tiknir fyri at koyra ímóti reyðu ljósunum og tað fáa teir bót og klipp í koyrikortið fyri.

Men annars er ferðslan eisini løgd um í sambandi við vegarbeiðið á Stangavegnum og tað knípur eisini hjá bilførarum at akta tað.

Løgreglan sigur, at hesar seinasta dagarnar hava tey givið einum ótali av bilførarum átalu og tað gjørdu teir aftur í gjár.