Bøur fær nú sína egnu bygdarsøgu. Tað er kendi bíggjarmaðurin Óli Jákup Guttesen, ið hevur skrivað søguna um Bø. Heitið á bókini er Tættir og brot úr Bíggjar søgu, og fyllir 500 blaðsíður.
Í mong ár hevur hann savnað og skipað søguna. Fólk vita um, at hann hevur sitið trúliga á landsskjalasavninum við kirkjubókum, fólkateljingum, skiftiprotokollum, sýsluprotokollum og tinglýsingarbókum og roynt at fingið skil á, undir hvørjum korum fólk í hansara heimbygd hava livað upp ígjøgnum tíðirnar.
Úrslitið er ein stórfingin bygdarsøga, sum byrjar við hugleiðingum um elstu búsetingarnar í bygdini, um elstu sagnirnar, millum annað um skyldskapin millum Gæsu í Kirkjubø og Dáva bónda í Bø og søgnina um Eiriksboða.
Eisini verður gingið ígjøgnum húsini, ættirnar, traðirnar, hagapartarnar, staðarnøvnini. Harumframt eru frásagnir úr bjørgunum og Tindhólmi, sagt verður frá grindarakstri, stórum tilburðum á sjógvi og landi, og greitt verður eisini frá búsetingini á Víkum og mongum, mongum øðrum.
Jonhard Mikkelsen frá Sprotanum sigur, at bókin er sera væl skrivað og skipað. Hon er eitt upplýsandi og undirhaldandi og stak væl uppsett stórverk við ørgrynni av forvitnisligum myndum.
Í samband við, at bíggjar søga nú er fest niður á bók, verður skipað fyri bókaframløgu í Pakkhúsinum í morgin, fríggjadagin 8. juli klokkan 17, har høvi verður at hitta høvundin, Óla Jákup Guttesen, sum eisini hátíðarheldur sín 80 ára dag í morgin.
Skráin í Pakkhúsinum í Bø í morgin er hendan:
Óla Jákup bjóðar vælkomin
Felagssangur: Niðri á Støð eftir Mikkjal á Ryggi
Jonhard Mikkelsen frá Sprotanum heldur røðu
Mansrøddir bera fram: Eg havi verið fermur eftir Mikkjal á Ryggi
Felagssangur: Bøur er mín heimbygd eftir Gutta Petersen
Høvundurin skrivar heilsanir í bókina
Okkurt gott til hálsin og góman verður eisini at fáa í samband við bókaframløguna.
(Bókaframløga verður í Pakkhúsinum í Bø í morgin, fríggjadagin, klokkan 17 í samband við, at bíggjar søga nú kemur út á bók)