Biðja um eykajáttan til kongliga vitjan í Føroyum

 Donsku kongshjúnini koma til Føroya í summar

Myndin er frá kongshúsinum
Áki Bertholdsen
28. mars 2024 kl. 21:24

Fyrr í ár boðaði nýggju, donsku kongshjúnini frá, at tey koma til Føroya á almenna vitjan í summar. Eftir ætlan verður vitjanin hjá Fríðrikki, kongi, og Mary, drotning, í døgunum 11.- 14. juni.

Tað verður Aksel V. Johannesen, løgmaður, sum verður vertur fyri kongshjúnunum og nú verður arbeitt við at leggja ferðina til rættis.

Men ein slík ferð er ikki ókeypis og nú hevur løgmaður biðið Løgtingið um eina eykajáttan til endamálið, tí sum er, hevur løgmaður ikki fíggjarligt rásarrúm fyri eini slíkari vitjan.

Tí hevur hann nú biðið Løgtingið um at játta 700.000 krónur til endamálið.

Eyðvitað er hetta er fyrsta vitjanin hjá Fríðriki kongi og Mary drotning í Føroyum, síðani tey tóku við trónuni og løgmaður sigur, at hann gleðir seg at bjóða teimum vælkomnum til Føroyar sum kongshjún.

Túrurin til Føroyar er ein partur av einari rundferð hjá kongshjúnunum í Norðurlondum tíðliga í summar. Umframt Føroyar, fara kongshjúnini á vitjan í Svøríki, Noregi og Grønlandi.