Biden yvirhálar Trump í Pennsylvania

Tíðindi er júst komin inn, at Biden er farin framum Trump í Pennsylvania. Tað vátta fleiri miðlar – eitt nú Fox News – júst nú

Sigurjón Einarsson
6. november 2020 kl. 14:01

Nýggj tøl eru júst komin frá uppteljingini í Pennsylvania. Joe Biden hevur yvirhálað Trump, forseta. Hetta vátta fleiri miðlar – millum annað Fox News.

Fyri stuttari løtu síðani førdi Trump statin við 18.000 atkvøðum, men nú er Biden farin framum við knøppum 5.600 atkvøðum, sambært tíðindastovuni, AP.

Nú eru 98% av atkvøðunum taldar upp.

Ein sigur í Pennsylvania merkir, at Biden fer yvir teir 270 valmenninar, ið krevjast fyri at vinna forsetaembætið.

Tað skal tó sigast, at allar atkvøðurnar ikki eru taldar upp enn.