Biden trýr uppá sigur

Varaforsetin hjá Barack Obama, sum stillar upp ímóti Donald Trump, forseta, er nú sannførdur um, at hann fer at vinna valið. Tó biðjur hann fólk um at hava tol til allar atkvøður eru upptaldar

Sveinur Tróndarson
7. november 2020 kl. 05:03

Hann segði tað, men kortini segði hann tað ikki so beinleiðis, at hann fornermaði nakran.

Og allíkavæl segði hann tað júst so beinleiðis, at eingin ivast í tí sum hann segði.

Fyri kortum var Joe Biden á pallinum í Wilmington í Delaware, har hann býr, og har lat hann ongan iva vera um, at hann hevði fult álit á, at tað verður hann, sum endar við at vinna forsetavalið, sum dregur út.

Joe Biden er frammafyri í uppgerðini av valfólkum, men spurningurin er framvegis, hvør fer at vinna avgerandi statir sum t.d. Pennsylvania, Georgia, Arizona, Nevada og North Carolina.

Tá tað gjørdist greitt fyri Donald Trump, forseta, at Joe Biden, varaforseti, fór at halda røðu í kvøld, ávaraði forsetin á Twitter kappingarneyta sín ímóti at útnevna seg sum sigursharra, og tað var júst tað sum Joe Biden ikki gjørdi. Kortini lat hann ongan iva vera um, at hann og Kamala Harris, sum stillar upp saman við honum, eru ivaleys í, at tey fara at vinna valið, tá avtornar.

- Vit hava enn onga endaliga niðurstøðu um úrslitið, men valúrslitini siga okkum eina øgiliga sannførandi søgu. Vit fara at vinna hetta valstríðið. Hygg bara eftir, hvat er hent hetta seinasta samdøgrið. Vit vóru aftanfyri í Georgia, nú eru vit frammanfyri, og vit fara at vinna henda statin. Fyri 24 tímum síðan vóru vit aftanfyri í Pennsylvania, og vit fara at vinna Pennsylvania, vit fara at vinna í Arizona, vit fara at vinna í Nevada. Satt at siga, hava vit akkurát tvífaldað leiðsluna í Nevada, segði Joe Biden.

Hann vísti eisini á samlaða talið av atkvøðum:

- Vit hava ein greiðan meiriluta av atkvøðum aftan fyri okkum, segði Joe Biden, sum serliga fegnaðist um gongdina í Arizona og Georgia.

Hann legði í røðuni stóran dent á stóru undirtøkuna og, at hvør einasta atkvøða umboðar eitt menniskjað, sum vil hava broyting heldur enn meira av tí sama.

Tað virkaði sum Joe Biden gjørdi nógv fyri, at hann ikki tók sigurin fyri givið, men kortini lat hann ongan iva vera um, at hann og Kamala Harris, varaforseti, longu eru farin til verka, um so er, at tey enda við at vinna samanlagt.

Har er tað serliga korona-støðan í USA, sum hevur stóran týdning, og tí legði hann stóran dent á, at endar hann sum vinnari, so fer hann at gera alt fyri at fáa tamarhald á støðuni.

- Vit kunnu ikki bjarga teimum, sum eru farin, men vit kunnu bjarga lívumm, segði Joe Biden.

Hann legði eisini dent á uppteljingina og segði, at allar at kvøður skulu teljast upp.

Til seinast segði Joe Biden, at hansara størsta uppgáva verður savna tjóðina.

- Vit eru kanska mótstøðufólk, men vit eru ikki fíggindar. Vit eru amerikanarar, líkamikið hvørjum tú atkvøddi fyri, so er okkara felags mál at fáa sum mest burtur úr, og tað minsta vit kunnu gera er at bera okkum virðiliga at móti hvørjum øðrum, segði Joe Bieden.

Hann legði eisini stóran dent á, at tað sum liggur fyri framman snýr seg um at savna tjóðina.

- Lat okkum leggja øðina og demoniseringina aftanfyri okkum. Nú skulu vit standa saman sum tjóð og samstarva. Tað fer ikki at vera lætt, men vit mugu royna. Mín uppgáva sum forseti verður at umboða alla tjóðina, og tit skulu vita, at eg fari at arbeiða líka hart fyri teimum, sum atkvøddu ímóti mær, sum fyri teimum, sum atkvøddu fyri mær, segði valevnið, sum beint nú stendur til at vinna forsetavalið.

 - Tað liggja stórar uppgávur fyri framman, og vit hava ikki stundir til at stríðast okkara millum. Eg havi stórt álit á hesari tjóðini, og tað er eingin orsøk til, at vit ikki kunnu gera 21. øld til okkara øld, segði Joe Biden í røðu síni í kvøld.

So sjálvt um hann ikki beinleiðis segði, at hann hevur vunnið valið, so segði hann kortini rættiliga beinleiðis, at hann fer at gera tað.

Um hann ger, er so ein annar spurningur, sum ikki er endaliga avgjørdur ann.