- Eg vænti avgjørt ikki, at tað verður eitt nýtt kalt kríggj, segði amerikanski forsetin, Joe Biden, á tíðindafundi, eftir at hann hevur fundast við við kinesiska forsetan, Xi Jinping, í dag. Fundurin millum forsetarnar vardi í tríggjar tímar.
- Vit høvdu eina opna og erliga samrøðu um okkara ætlanir og raðfestingar, segði Biden. Teir báðir forsetarnir møtast aftur týsdagin á Bali í Indonesia á G20-fundinum, sum fer av bakkastokki í morgin.
- Vit fara at kappast, men tað eigur ikki at enda við kreppu, segði amerikanski forsetin á tíðindafundinum eftir fundin.
Hetta er fyrstu ferð, at Joe Biden og Xi Jinping hittast, síðan Joe Biden varð tikin í eið sum amerikanskur forseti tann 20. januar í 2021. Teir hava áður tosað saman, men tað hevur verið í telefon.
Seinast, teir báðir hittust, vóru teir varaforsetar.
Xi ávaraði Biden
Eitt av evnunum, sum var á dagskránni til fundin, var støðan í Taivan. Í fleiri ár hevur Taivan elvt til nógv stríð millum Kina og USA.
- Tað er tað politiska grundarlagi, sum sambandi millum Kina og USA er bygt á og tað fyrsta reyða marki, sum ikki má traðkast yvir, segði Xi við Biden á fundinum, sambært kinesisku tíðindastovuna Xinhua.
Kina virðir ikki Taivan sum sjálvstøðuga tjóð og sær oynna sum ein part av Kina, ið hevur slitið seg leysan, men sum í framtíðini aftur skal gerast partur av Kina.
- Eg vænti ikki, at Kina fer at leggja uppí í Taivan, segði Biden, segði Biden á tíðindafundinum.
Amerikanski forsetin hevur áður boðað frá, at USA er til reiðar at verja Taivan, um Kina ætlar sær at gera hóttanirnar til veruleika. Biden væntar tó ikki, at hetta er í ætla