Biden við Trump: Shut up, man!

Tað var í Cleveland, Ohio náttina til í dag føroyska tíð, at Trump og Biden brustu saman til fyrsta sjónvarpskjak av trimum teirra millum

Sigurjón Einarsson
30. september 2020 kl. 07:10

Roknað varð við, at yvir 100 mió. amerikanarar fylgdu við fyrsta sjónvarpskjak teirra millum.

Í 90 minuttir skuldu teir báðir fyrihalda seg til teirra egnu politisku avrik, Hægstarætt, korona, rasuskilnaðin og harðskapin í býunum, búskap og so um rættvísi í sjálvum forsetavalinum.

Tað var týðiligt at síggja, at orðstýrarin frá Fox News, Chris Wallace, hevði ilt við at stýra kjakinum. Í tíð og ótíð breyt Trump hann av, hóast orðstýrarin bað forsetan um at vera stillur og lata Biden tosa.

Tað bleiv til tíðir eisini ov nógv av at tí góða fyri 77-ára gamla Biden, ið kallaði sitandi forsetan fyri ein klovn, rasist, tann vánaligasta forseta, ið USA nakrantíð hevur havt. Og til endans bað hann Trump um at halda munn.

Videobrotið sæst her:

Alt sjónvarpskjakið millum Biden og Trump sæst her: