Forsetavalevnið hjá demokrarunum, Joe Biden hevut nú tikið seg aftur sum valevni. Tað boðar hann sjálvur frá á miðlinum:
Ístaðin fer hann at leggja alla orku í at røkja emblætið sum forseti hesar næstu mánaðirnar. Enn er støða ikki tikin til, hvør skal vera valevni fyri demokratatarnar, men eitt gott boð er varaforsetin, Kamala Harris, men talan kann eisini vera um onkran annan.
Hesa seinastu tíðina er trýstið á hann um at taka seg aftur, alsamt harðnað. Serliga aftan á beinleiðis kjakið við Donald Trump nakað síðani, har hann stóð seg setstakliga illa. Síðani eru deomratiskir politikarar komnir kropp av kroppi og heitt á hann um at taka seg aftur. Teir halda, at 81 ára gamli Biden er ov ússaligur til at vera forseti og at hann ongan møguleika at vinna á trump.
Eygleiðarar halda eisini, at familjan hjá Biden hevur verið uppi í leikinum fyri at fáa hann at taka seg aftur, og nú hevur hann so tikið støðu til at taka seg aftur, tí hann heldur, at tað tænir fólkaræðinum og samfelagnum betri.
Eisini embætismenn av ymsum slagi hava mælt honum til at taka seg afturm, tí tey stúra fyri trygdarpolitikkinum, skuldi Trump verðið valdur til forseta.