Biden hevur boðað frá hvønn hann vil hava at taka yvir

Trump sigur, at tað verður lættari at vinna á Kamala Harris enn á Biden, men eygleiðarar eru sannførdir um, at tað meinar hann ikki

Áki Bertholdsen
21. juli 2024 kl. 19:55

Sum vit skrivaðu í áðni, hevur Joe Biden, nú lagt frá sær sum valevni hjá demokratunum á forsetavalinum tann 6. novembur.

Í hesum sambandi sigur hann eisini, at hann tekur fult undir við, at tað verður varaforsetin, Kamala Harris, sum verður valevni ístaðin og hann vónar, at flokkurin stuðlar henni til fulnar.

Tað fyrstu tíðina stóð hon seg ikki væl sum varaforseti, men eygleiðarar siga, at hon er vaksin við uppgávuni. Teir siga, at hon hevur staðið sterk hesa seinastu tíðina og hevur eisini klárað seg væl í politiskum kjaki, ikki minst í kjakinum um fosturtøku, sum er eitt stórt evni í amerikanska samfelagnum.

serliga síðani tiltikna kjakið ímillum Trump og Biden seinast í juni, har Biden, so at siga, gekk fyri í høvdinum.

Trump hevur longu gjørt vart við seg og hann sigur, at tað verður lættari at vinna á Harris enn á Biden. Men nógvir eygleiðarar halda, at tað meinar hann ikki, tí tey halda, at hann hevur væl frægari møguleika at vinna á Biden.

Eygleiðarar meta eisini, at demokratarnir fara at fáa nógvan fíggjarligan stuðul eftir hesa avgerðina hjá Biden. Annars hava demokratarnir ikki tikið støðu til, hvør skal umboða tey á forsetavalinum.

Tað eru eisini demokratar, sum vilja hava, at tey skulu fáa fleiri valevni at velja ímillum, so at Kamala Harris fær avjóðarar.

Eyleiðarar halda, at tað vági av demokratunum at gera Kamala Harris til valevni, tí hon er kvinna, og hon er litt.

Hinvegin halda eygleiðarar eisini, at tað hevði ikki sæð gott út hjá demokratunum, at vraka eina kvinnu - og harafturar eina litta kvinnu, tí tey halda, at tað hevði kostað demokratunum nógvar kvinnuatkvøður og nógvar atkvøður hjá littum amerikanarum.

Samstundis hava fíggjarligir stuðlar, sum tóku stuðulin til Biden aftur, longu boðað frá, at teir hava latið kassan upp aftur fyri at stuðla Harris.