Biden fer framum í Georgia

New York Times: Biden er farin framum Trump í Georgia. Vinnur Biden Georgia, hevur hann 269 valmenn og kann sostatt ikki tapa valið

Sigurjón Einarsson
6. november 2020 kl. 10:13

Joseph R. Biden Jr. er farin framum sitandi forseta í Georgia – ein statur við 16 valmonnum. Sostatt kemur talið upp á 269 valmenn, um hann vinnur í Georgia, sambært New York Times. Hetta merkir, at Biden ikki kann tapa valið.

Vinnur Biden so ein av hinum statinum, har ikki liðugt er at telja, so hevur hann vunnið valið.

Umframt Georgia, har Biden er frammanfyri, so er hann eisini frammanfyri í Nevada og Arizona. Pennsylvania sær eisini út til at koppa mótvegis Biden.

Bæði valevni hava róð stavn um stavn í Georgia síðani hósdagin, har báðir lógu um 49,4% av atkvøðunum, men har Trump hevur havt ein lítlan mun frammanfyri. Hetta sær tó út til at broytast, nú brævatkvøðurnar verða taldar upp. Biden er nú farin framum.

Við at vinna Georgia, so er hetta fyrstu ferð síðani 1992, at demokratarnir vinna har.

Trump vann í Georgia í 2016 við meira enn 200.000 atkvøðum.

Kelda: New York Times