Biden fer at royna at lata Guantanamo aftur

Amerikanski forsetin, Joe Biden, fer at royna at gera tað, sum aldrin eydnaðist fyri Barack Obama

Sigurjón Einarsson
13. februar 2021 kl. 09:01

Joe Biden hevur sett sær fyri at gera tað, ið Barack Obama ikki megnaði: Hann vil lata fongslið í Guantanamo aftur.

Tað skrivar AP.

Tað er talskvinnan fyri Hvíta húsið Jen Psaki, sum er endurgivin fyri at siga, at tað er ætlanin hjá Joe Biden at lata fongslið aftur. Nær tað skal verða er tó ikki greitt.

USA læt fongslið upp í 2002, sum í høvuðsheitum hevur hýst fangum, ið hava við al-Qaida og Taliban at gera. Líka síðani, at Guantanamo hevur verið opið, hevur tað verið funnið hvassliga at teimum viðurskiftum, ið fangarnir eru úti fyri, men eisini fyri manglandi rættargrundreglur.

Obama møtti stórari politiskari mótstøðu, tá hann sum forseti millum annað legði ætlanir fram, at tey innsettu skuldu hava teirra borgarligu rættargongu á amerikanskari jørð.