Bíðað verður við samráðingunum við pedagogarnar

Samráðingarnar eru útsettar til eftir aðalfundin í Pedagogfelagnum

Kommunala Arbeiðsgevarafelagið
8. februar 2024 kl. 20:40

Steðgur er í samráðingunum millum Pedagogfelagið, Fíggjarmálaráðið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið

Á samráðingarfundi í gjár, mikudagin 7. februar, varð avgerð tikin um at hava ein steðg í samráðingunum, meðan Jógvan Philbrow, formaður í Pedagogfelagnum saman við nevndini fyrireikar seg til aðalfund.

Pedagogfelagið hevur aðalfund leygardagin 2. mars.

Fíggjarmálaráðið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið vilja avgjørt, at partarnir skjótast til ber fáa í lag semju, soleiðis at arbeiðsgevarar fáa avgreitt lønirnar (lønarhækkan og lønarlyft) hjá starvsfólkunum, sum virka á økinum. Tó virða vit ynskið hjá Pedagogfelagnum um at steðga við samráðingunum til eftir aðalfund felagsins.

Partarnir hava ikki ásett nýggjan samráðingarfund.

Sáttmálasamráðingarnar verða tiknar upp aftur, so skjótt sum nevndin í Pedagogfelagnum hevur skipað seg av nýggjum.

Fíggjarmálaráðið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.