Betri-deildin: Skrædl í Gundadali og á Toftum

Føroyameistararnir løgdu frá landi í landskappingini í sama stíli sum teir gjørdu í Stórsteypadystinum móti sama liði. HB vann stórsigur, 5-2, á NSÍ eftir at hava verið frammafyri við tveimum málum móti einum í hálvleikinum

Sveinur Tróndarson
7. mars 2021 kl. 17:22

So byrjaði landskappingin í bestu fótbóltsdeildini aftur eftir vetrarsteðgin, og tað er synd at siga, at HB og NSÍ fingu eina lætta byrjan. Liðini skuldu hittast longu í fyrsta umfari, og tað er sjáldan nøktandi at hitta tey sterku liðini so tíðliga í kappingini.

Men tá skráin sigur tað, so má spælast, og tað gjørdu HB og NSÍ á Tórsvølli í dag í einum serstakliga áhugaverdum dysti. Tí tað komu sjey mál, fleiri av teimum vóru enntá framúr góð, eitt ótal av málmøguleikum, nógvar góðar bjargingar og enntá eisini eitt reytt kort.

HB fekk hol á, tá sjey minuttir vóru leiktir við máli frá Hilmari Leon Jakobsen og eitt korter seinni økti Bartal Wardum. So minkaði Petur Knudsen tíggju minuttir eftir tað, og tí sá eitt sindur opið út í hálvleikssteðginum.

Men tað vóru bara farnir góðir tíggju minuttir av seinna hálvleiki, tá Dan í Soylu økti til 3-1, og tá ein góður tími var leiktur kom túrurin til Adrian Justinussen. Tá tað restaði eitt korter kom besta málið í dystinum, tá Klæmint A. Olsen smekkaði til úti frá, og bólturin sat í málinum til 4-2. Í yvirtíðini økti Dan í Soylu til 5-2, sum gjørdist endaúrslitið.

Tá var Petur Knudsen vístur av vølli fyri sítt seinna gula kort.

Sigur vísti, at HB heilt vist er eitt gott boð uppá eitt meistaralið í ár, men tað skal takast við øllum fyrivarni, tí enn er akkurát bara sett hol á kappingina.

Annars endaði fyrsta umfar soleiðis, at B36 vann 2-0 móti uppflytarunum 07 Vestur á Dungasandi eftir 1-0 í steðginum, Víkingur vann 1-0 heima ímóti TB, við einum máli í yvirtíðini, og KÍ vann stórsigur móti hinum uppflytarunum av Toftum, og í fimta dystinum í fyrsta umfari spældu EB/Streymur og ÍF javnt, 1-1, í gjár.

Úrslit:

Leygardagin 06.03.2021:
EB/Streymur-ÍF 1-1 (0-1)
39.: 0-1 Uros Stojanov
81.: 1-1 Ronnie Møller Iversen

Sunnudagin 07.03.2021
07 Vestur-B36 0-2 (0-1)
44.: 0-1 Bjarki Nielsen
64.: 0-2 Martin Agnarsson

HB-NSÍ 5-2 (2-1)
07.: 1-0 Hilmar Leon Jakobsen
22.: 2-0 Bartal Wardum
32.: 2-1 Petur Knudsen
56.: 3-1 Dan í Soylu
63.: 4-1 Adrian Justinussen
74.: 4-2 Klæmint A. Olsen
90.: 5-2 Dan í Soylu

Víkingur-TB 1-0 (0-0)
90.: 1-0 Finnur Justinussen

B68-KÍ 0-4 (0-2)
08.: 0-1 Tonni Johannus Thomsen, sjm.
37.: 0-2 Jóannes Bjartalíð
50.: 0-3 Heini Vatnsdal
57.: 0-4 Páll A. Klettskarð