Betri-deildin, menn: So vann NSÍ aftur – og KÍ heldur kósina

Varð talt eftir málmøguleikum í Klaksvík í dag, so átti sigurin móti 07 Vestur at verið nógv størri enn trý mál, men tá mótstøðuliðið einki hevur at bjóða uppá, eru trý mál ríkiligt fyri ósigraðu klaksvíkingarnar. HB hevði hinvegin stórar trupulleikar á Skála

NSÍ vann á Argjum og tað gevur um ikki annað eitt sindur av luft og arbeiðsfriði hjá liðnum, sum hevur ligið øgiliga lágt í ár (Skermmynd: Televarpið)
Sveinur Tróndarson
18. apríl 2022 kl. 18:44

KÍ trumlar víðari og HB stríðist við at hanga í.

Tað er kanska tann mest opinlýsa yvirskriftin eftir dystirnar í sætta umfari, har oddaliðini vunnu sínar dystir.

Ein onnur og tann, sum vit hava valt er, at NSÍ endiliga vann aftur, sum teir ikki hava gjørt síðan í fyrsta umfari. Men tað var um reppið, at teir mistu sigurin í seinna hálvleiki á Argjum. Men tríggjar minuttir fyri leiklok bjargaði Pætur Hentze runavíkingum, sum við sigrinum fingu krepputosið eitt sindur upp á avstand.

NSÍ minti eitt sindur um tað gamla, tá teir longu tá eitt korter var farið, høvdu lagt seg á odda við tveimum málum. Men í seinna hálvleiki kom AB afturíaftur og leingi líktist tað enn einum vónbroti fyri NSÍ. Men so vendi aftur og eftir fýra ósigrar á rað bragdaði aftur.

Í hinum endanum av stigatalvuni gjørdi klaksvíkingar bart, tá teir tóku ímóti 07 Vestur. Fyrsta málið kom tá góðir 22 minuttir vóru leiktir, og seks minuttir seinni gjørdist støðan 2-0. Í seinna hálvleiki økti KÍ til 3-0, og skal metast eftir málmøguleikum, so átti KÍ at vunnið nógv størri. Men 3-0 er eisini ein tryggur sigur, og við hesum hevur KÍ nú seks sigrar og er einasta liðið í kappingini, sum bara hevur vunnið í ár.

Aftanfyri eru tað HB og Víkingur, sum royna at hanga í, og har tykist tað sum tað gongur eitt sindur betur hjá Víkingum enn hjá HB. Gaman í er HB enn á øðrum plássi, men Víkingur kann við einum sigri í útsetta dystinum móti AB taka annað pláss frá HB.

Í dag var HB á Skála, og sum vit hava sæð fyrr í ár, so stóð á hjá teimum reyðu og svørtu. Skála legði seg á odda, tá góðir tíggju minuttir vóru leiktir, men smáar tíggju minuttir seinni hevði HB vent øllum á høvdið.

Men upp aftur aðrar tíggju minuttir seinni kom Skála upp á javnt aftur, og hetta var støðan heilt til tað restaði ein minuttur av vanligu leiktíðini. Tá gjørdi Adrian Justinussen tað, sum hann dugir so væl, og skoraði við beinleiðis frísparki. Tað var nóg mikið til sigurin, men dystargongdin á Skála eigur at geva HB høvuðbríggj, tí tað gongur ógvuliga striltið at bróta ígjøgnum og koma til støður, sum avgera dystir. Og tað skal til um HB ætlar sær at kappast við KÍ.

Akkurát hetta síðsta virkar ikki so tungt hjá Víkingi, og tað prógvaðu teir á Toftum seinnapartin. Víkingur legði til brots beinanvegin, tá seks minuttir vóru leiktir, og tá fyrri hálvleikur var liðugur ar felagsliðið á odda við trimum. Eitt mál kom afturat í yvirtíðini, so dysturin endaði 4-0 til Víking.

Seinasti dysturin var í Gundadali, har EB/Streymur vitjaði B36, og tað verðuyr ikki ein túrur, sum EB/Streymur fer at minnast aftur á við serligari frøði, tí felagsliðið tapti 5-0.

Heldur ikki har var nakar ivi um hvat av liðunum var tað betra, og tað byrjaði longu, tá tveir minuttir vóru leiktir.

Samanlagt merkir hetta, at munurin millum odd og botn er vorðin størri, tí øll oddaliðini vunnu.

 

KÍ-07 Vestur 3-0 (2-0)
23.: 1-0 Mads Boe Mikkelsen
29.: 2-0 Valerijs Sabala
51.: 3-0 Jonn Johannesen

 

Skála-HB 2-3 (2-2)
11.: 1-0 Andreas Jacobsen
16.: 1-1 Heðin Hansen
19.: 1-2 Stefan Radosavljevic
29.: 2-2 Teitur Gestsson, sjm.
89.: 2-3 Adrian Justinussen

 

B68-Víkingur 0-4 (0-3)
06.: 0-1 Martin Klein Joensen
38.: 0-2 Gunnar Vatnhamar
45.: 0-3 Ragnar Lindholm, sjm.
90.: 0-4 Aron Jarnskor Ellingsgaard

 

B36-EB/Streymur 5-0 (3-0)
02.: 1-0 Michal Przybylski
20.: 2-0 Bjarki Nielsen
33.: 3-0 Símun Sólheim
81.: 4-0 Uros Stojanov
86.: 5-0 Benjamin Heinesen

 

AB-NSÍ 2-3 (0-2)
05.: 0-1 Pætur Hentze
16.: 0-2 Klæmint Andrasson Olsen
68.: 1-2 Bartal Petersen
77.: 2-2 Gunnar Reynslág
87.: 2-3 Pætur Hentze

Støðan eftir seks umfør:
KÍ 18 stig
HB 14 stig
Víkingur 12 stig
B36 9 stig
EB/Streymur 7 stig
NSÍ 6 stig
07 Vestur 5 stig
B68 5 stig
AB 4 stig
Skála 2 stig