Betri Deildin beinleiðis í Televarpinum

Aftur í ár verða allir 135 dystirnir í Betri Deildini við monnum vístir beinleiðis á Rás1 og netrásunum R2, R3, R4 og R5

Sigurjón Einarsson
4. mars 2022 kl. 14:54

Allir Televarpskundar hava nú atgongd til Rás1 og R2, sama hvat hald, teir hava, meðan kundar, sum hava Stórapakka, eisini hava atgongd til R3.

Kundar, sum hava Stórapakka+, hava atgongd til allar rásirnar, skrivar Televarpið á heimasíðu sínari.

Eisini boðar Televarpið frá, at allir 135 dystirnir í Betri Deildini við monnum verða vístir beinleiðis á Rás1 og systurrásunum, R2, R3, R4 og R5.

Rás1 sæst í sjónvarpinum, Televarpsappini og netvarpinum á tv.fo, meðan netrásirnar síggjast á appini og netvarpinum.

Nýggir prísir fyri hvønn dyst
Samstundis boðar Televarpið frá, at kostnaðurin per dyst fer upp við 20 krónum. Hetta, orsakað av rættindum og framleiðslukostnaði, men eisini tí tað gevur betur javnvág, sambært Televarpinum, millum prísin frá Televarpinum og prísin við vøllin, sum í ár kann setast upp á 100 krónur.

Samandráttir á tv.fo
Undanfarin ár hava samandráttir verið sendir á Rás1, og tað fer Televarpið eisini at hava við aftur í ár, men í mun til undanfarin ár, so verða allir samandráttir nú eisini tøkir á tv.fo.

Í ár verður dentur eisini lagdur á at gera samrøður við leikarar og venjarar, og hesar samrøður verða eisini at síggja í samandráttunum, skrivar heimasíðan hjá Televarpinum.

Fyrsta umfar sær soleiðis út: