Betri Banki lækkar útlánsrenturnar
Broytingarnar eru galdandi frá 10. oktober 2024
Jóannes Hansen
12. september 2024 kl. 23:04
Danski Tjóðbankin hevur í dag lækkað leiðandi rentuna við 0,25% stigum.
Hetta hevur við sær, at Betri Banki eisini lækkar útlánsrenturnar.
Fyri privat- og vinnukundar lækka útlánsrenturnar við upp til 0,20% stigum.
Innlánsrenturnar lækka eisini við upp til 0,20% stigum.
Broytingarnar eru galdandi frá 10. oktober 2024.