Betri Banki: Ikki trýst á hesa leinkjuna
Talan er um ein falskan profil, sum lovar brúkarinum at luttaka í einum tiltakið, har peningur verður endurrindaður
Ragnar Sjúrðarson
19. august 2024 kl. 19:05
Ein falskur profilur er stovnaður í navninum hjá Betri Banka á Facebook.
Tað skrivar Betri Banki, sum nú ávarar fólki ímóti at trýsta á eitt leinki, ið falski profilurin sendir.
Betri Banki skrivar:
Ein falskur vangi er stovnaður í okkara navni.
Talan er um svik - og vit ávara tí staðiliga ímóti at trýsta á nakað leinki.
Í staðin heita vit á teg um at melda falska vangan til Facebook - og deil endiliga hesi boðini.