Visit Faroe Islands hevur á Facebook, sligið upp eitt áhugavert skriv hjá Harriet Olafsdottir
Harriet viðmælir spælipláss runt um i Føroyum, og kemur við hennara boð uppá einari raðfesting.
“Harriet viðmælir: 5 tey bestu spæliplássini í Føroyum”, er yvirskriftin.
Herundir síggjast trý tey fyrstu spæliplássini á listanum, saman við viðmælunum hjá Harriet.
1. Spæliplássið í Søldafirði - Ein sikkur vinnari hvørja ferð og eisini tað spæliplássið vit heilt sikkurt hava vitja mest. Bonus er at hetta spæliplássið nú eisini hevur eitt wc.
2. Hvannasund - tað er stórt, fjølbroytt og tann STÓRI rusjibanin er bara tann allarbesti í Føroyum siga børnini. Tað hjálpir eisini at spæliplássið hevur fantastiskt útsýni.
3. Spæliplássið í Hovi - hetta er nýtt á okkara lista, men hettar er eisini eitt spælipláss sum hevur ALT okkum tørvar fyri at hugna okkum og hava tað stuttligt.
Les meira á greinini 'Ferðist við børnum' undir viðmerkingum Facebook
Eisini verður umbiðið øllum sum vita um okkurt serliga gott spælipláss, at siga frá, so tey kunnu fara at vitja har.
Les alla greinina Visit Faroe Islands